Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 09.06.2018 (11:59)

Størsta avbjóðingin er komandi fíggjarlógin

Tað gongur væl í Føroyum og tað hevur verið framburður á øllum økjum, men vanliga koma nøkur góð ár og so nøkur rak ár.

 

-Tí eiga vit í føroyska búskapinum at fyrireika okkum uppá, at tað eisini fer at ganga hin veg, segði formaðurin í Framsókn á landsfundinum fyrrapartin.

 

Hann segði, at størsta avbjóðingin júst nú hjá samgonguni er fíggjarlógin fyri 2019.

 

-Tá ið tíðirnar eru so góðar og búskapurin hevur so nógva ferð, so hava vit lyndi at halda, at soleiðis fer tað altíð at vera. Vit hava megna at koyrt landið á húsagang fleiri ferðir, so nú eiga vit at hava lært, at tað eisini koma verri tíðir, segði Poul Michelsen.

 

Hann segði, at krøvini til fíggjarlógina um at brúka pengar eru ómetaliga nógv og at tað tí er avgerandi, at samgongan og politiska skipanin megnar at halda aftur, so pengar eru til at taka, tá ið vøksturin í samfelagnum minkar.

-Tað haldi eg er størsta avbjóðingin hjá samgonguni í ár, segði Poul Michelsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her