Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 26.10.2018 (08:21)

Styrkisroynd um fiskidagar

Tað vakti ans, tá ið Ruth Vang og Hanna Jensen úr Framsókn, fyrr í vikuni løgdu eitt uppskot fram um at leingja fiskidagaskipanina eitt ár afturat.

 

Hetta var eitt óvanligt stig hjá einum samgonguflokki, tá ið landsstýrismaðurin fyri Tjóðveldi umsitur fiskivinnuál og hevur arbeitt við  júst hesum málinum.

 

Uppskotið fekk samgonguleiðaran, Aksel V. Johannesen, løgmann, at krevja, at Framsókn tekur uppskotið aftur, annars er ongin samgonga.

 

Framsókn hevur alla tíðina sagt, at kemur landsstýrismaðurin við einum uppskoti, so er flokkurin sinnaður at taka sítt egna uppskot aftur.

 

Hetta sær andstøðan sum ein møguleika at drilla samgonguna. Andstøðan sigur, at verður uppskotið tikið aftur, so leggur andstøðan tað fram aftur.

 

Andstøðan sigur eisini, at tey seinastu vikurnar hava arbeitt við einum uppskoti, sum skal forða fyri at kvotaskipanin verður sett í gildi og at vit varðveita fiskidagaskipanina.

 

Hesa vikuna er stilt á politiska vígvøllinum, tí stórur partur av politisku skipanini luttekur á Norðurlandaráðsfundi í Oslo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her