fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 3.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 10.01.2017 (19:57)

Tingarbeiðið byrjar aftur týsdagin

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, fer at kalla tingið saman til fyrsta tingfundin í ár týsdagin í næstu viku.

 

Tingið er vanliga ikki saman fyrstu dagarnar í januar og soleiðis heldur ikki í ár.

 

-Eg haldi, tað er tí  tey hava hildið, at tingfólk hava gott av at vera burtur frá hvørjum øðrum eina tíð, sigur tingformaðurin.

 

Men nú byrjar tingarbeiðiåð aftur. Fleiri nevndir hava longu ásett fundardagar, millum annað fíggjarnevndin, sum kemur saman hósdagin.

 

Mett verður, at nógv verður at gera í hesi tingsetuni. Samgongan hevur boðað frá, at uppskot um nýskipan av fiskivinnuni verður lagt fram áðrenn seinasta framløgudag og tað sama er ætlanin við uppskotinum til eina stjórnarskipan.

 

Aðalorðaskifti skal vera um heilsuverkið og kanska verður eisini eitt uppskot um nýggja pensjónsskipan lagt fram. 

 

Tingið arbeiðir næstu viku, men so verður steðgur í tingarbeiðnum, tí tingfólk skulu luttaka í norðurlendskum fundum og fundum í  sambandi við Útnorðurráðið.