Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 07.02.2017 (13:26)

Tingið viðgjørdi spurningin um samlegu

Tað er ongin ivi um, at semja er í tinginum um, at tað er neyðugt at dagføra revsilógina.

 

Tað kom greitt fram, nú tingið viðgjørdi eitt uppskot frá løgmanni um at dagøfra ein part av revsilógini. Tað vil siga tann partin, sum hevur við kynslig brotsverk at gera.

 

Orðaskifið gjørdist kortini drúgvt, men tað var fyri tað mesta um orðingar og definitiónir í lógaruppskotinum. Millum annað var tosa nógv um eina orðing, har anal samlega verður sett ájavnt við vanliga samlegu.

 

Serliga var tað Miðflokkurin, sum reisti hendan spurningin og fanst at løgmanni fyri at lata eina slíka orðing og um definering av samlegu millum mann og kvinnu í veruleikanum eisini umfata anala samlegu.

 

Fleiri tóku undir við Jenis av Rana, tá ið hann reisti spurningin, meðan løgmaður segði, at hetta var orðað so, fyri at revsingin bleiv tann sama, er talan um neyðtøku.

 

Málið var eftir 1.viðgerð beint í rættarnevndina.