fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 10.06.2017 (07:29)

Tríggjar klagur um Høgna í landsstýrismálaneevndini

Tríggjar klagur um landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, Tjóðveldi, eru á skránni, tá ið landsstýrismálanevndin hevur fund fríggjadagin.

 

Harumframt skal nevndin viðgera tvær kærur afturat - onnu m+oti løgmanni, Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, og hin móti landsstýrismanninum við samferðslumálum, Henrik Old, Javnaðarflokkurin.

 

Í seinastuni hevur verið funnist at skipanini við landsstýrismaálanevndini. Fleiri seta spurningar við virðið av nevndini, tí hon er mannað soleiðis, at andstøðan hevur tveir sessir í nevndini og samgongan ein. Í nústiandi nevnd er Jógvan Skorheim, Sjálvstýri, formaður og Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin, næstformaður.

Annita á Fríðriksmørk er umboð fyri samgonguna í nevndini.

 

Atfinningarnar vísa á, at tað í veruleikanum er Løgtingið sum avger um avgerðir hjá nevndini fáa nakra ávirkan.

 

Avgerð samgongan ikki at taka undir við tí, sum meirlutin í nevndini mælir til, so fær tað ongan virknað, so leingi samgongan megnar at telja uppí 17 tinglimir, sum ikki taka undir við tilmælum frá nevndini


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her