fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 13°C

Vindur 10.8m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 08.06.2017 (10:16)

Trýst er á Høgna, men ikki enn frá andstøðuni

GREINING: Almenna trýstið á landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Høgna Hoiydal, Tjóðveldi, er hart, men enn hevur andstøðan í tinginum so at siga ikki latið hoyrt frá sær.

 

Einasta beinleiðis poltiska átak frá andsstøðuni í hesum máli, er ein grein 52 spurningur frá Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin. Hann heuvr spurt landsstýrismannin um, hvussu stórt brot hann metti Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður, framdi, tá ið hann í 2012 flutti eitt veiðuloyvi av einum línuskipi til ein ídnaðartrolarar í uppsjóvarvinnuni.

 

Bjørn Kalsø spyr eisini hvørjar avleiðingar, Høgni Hoydal heldur, hetta átti at havt fyri landsstýrismannin.

 

Síðan spyr hann inn til um tað sama er hent, meðani núverandi landsstýrisxmaður, hevur sitið við fiskivinnumálum.

 

Spurningurin skal svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftirr at hann er settur.

 

So sum skilst so er andstøðan enn ikki farin eftir landsstýrismanninum, men letur heldur almenningin  taka støðu til landsstýrismannin. Onki bendir tó á, at hetta er eitt mál, sum bara verður slept. Tað verður helst tikið uppaftur so skjótt tingið kemur samanaftur um nakrar vikur.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur sagt, at hetta við at flyta veiðuloyvir av línuskipum á  Næraberg og Slkættaberg, visti hann ikki av og hann heldur at telduposturin, sum hann fekk frá Vørn, er farin aftur við borðinum.

 

Hóast kroystur, so situr landsstýrismaðurin fyri endan av borðinum, tá ið tað snýr seg um nýggja fiskivinnuuppskotið og hann leggur neyvan kongin fyrr enn uppskotið er samtykt