Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 07.04.2018 (11:35)

Tvey stig fram og eitt aftur

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur hildið sína formansfrágreiðing á landsfundinum hjá flokkinum í Skálanum í Klaksvík.

Formaður vísti á, at hendan samgongan hevur fingið loyst fleiri stórmál, hóast tað stundum hevur verið neyðugt at traðka eitt stig aftur.

- Tað er ikki heilt av leið at samanbera okkara tíð í landsstýrinum við føroyska dansin.

-Eins og í tí føroyska dansinum hava vit stundum bakkað eitt fet fyri síðan at traðka tvey fet fram. Og hóast stevið, til tíðir, kann tykjast tungt, so kunnu vit øll fegnast um, at tað gongur rætta vegin.

-Tað gongur framá, segði formaðurin í røðu síni.

Javnaðarformaðurin helt, at serliga avbjóðingin við fólkafráflyting er broytt, tí korini hjá ungum fólki og barnafamiljum eru vorðin betri undir hesi samgonguni.

- Føroyar eru nú eitt land, sum fólk flyta til, heldur enn frá, segði hann.

Formaðurin Aksel V. Johannesen vísti eisini á, at framgongdin hevur verið stór í Føroyum og at ongantíð fyrr hava verið so nógvir løntakarar í landinum.

- Vit hava sera lágt arbeiðsloysi og í dag eru 1.500 fleiri fólk í arbeiði enn, tá vit tóku við landsins leiðslu. Løntakaratalið setur met. Tað fegnist eg um, men samstundis skulu vit hava eitt vakið eiga við, at høga løntakaratalið ikki hevur sosiala dumping við sær. At løntakaratalið setir met er nakað vit, sum Javnaðarflokkur - arbeiðaraflokkurin – skulu vera errin um.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her