Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 12.10.2017 (06:45)

Uppskot í stríð við tingskipan

Løgmaður hevur latið Løgtinginum  uppskot um Stjórnarskipan Føroya,men ivasat er um uppskotið verður viðgjørt í verandi líki.

Løgtingsins umsiting hevur viðgjørt uppskotið og hevur latið formansskapinum eitt upprit um uppskotið. Formansskapurin hevur havt ein fund um hetta upprit og fer aftur at viðgera tað týsdagin.

 

Enn er ikki alment, hvat stendur í uppritinum, men okkara keldur siga, at umsitingin heldur, at uppskotið er í stríð við tingskipanina, umframt at tað er heldur torskilt - millum annað í sambandi við ígildiskomu.

 

Formansskapurin viðger um hann skal mæla tinginum til at viðgera uppsotið ella um hann fer at mæla tinginum til at vísa uppskotinum frá sær - serliga tí uppskotið í ávísum førum stríðir ímóti orðingum í tingskipanini.

 

Tað er ikki vanligt, at umsitingin ger upprit um lógaruppskot uttan so, at uppskotini eru í stríð við aðra grundleggjandi lóggávu.

Formansskapurin í tinginum er Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, Edmund Joensen, Sambandsflokkurin og Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her