fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 09.02.2017 (20:09)

Uttanlandsnevndin til Ísrael at vitja

Vanliga eru føstu nevndirnar hjá Løgtinginum á ferð uttanlands annaðhvørt ár.

 

Í morgin fer uttanlandsnevndin úr Føroyum til Ísraels at vitja. Á ferðini skulu føroysku tinglimirnir hitta umboð fyri ísraelskar myndugleikar, vitja í Ramallah og hitt tinglimir í ísraelska tjóðartinginum Knesset.

 

Nevndin er fimm dagar í Ísrael.

 

-Ísrael er eitt land, har nógv hendir og tað er eitt land, sum er í miðdeplinum í altjóða politikki, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í uttanlandsnevndini. Hon leggur afturat, at hon heldur tað er av altstórum týdningi, at júst uttanlandsnevndin  fær høvi at síggja , hvussu arbeitt verður uttanfyri landoddarnar.

 

Nevndin hevur fyrireikað seg til ferðina. Millum annað hava Tommy Petersen, sum seinastu árini hevur arbeitt í Ramallah og Heini í Skorini hildið fyrilestrar um viðurskiftini í Ísrael, fyri uttanlandsnevndini.