Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 21.12.2016 (10:45)

Varðin part í Høvdavirkinum

Høvdavirkið í Leirvík í hevur havt nøkur trupul ár, orsakað av viðurskiftunum ío Nigeria.

 

Tí hevur verið arbeitt við at umleggja framleiðsluna til aðrar vørur, millum annað mat til húsdjór og vørur til heilsuídnaðin.

 

UJppsjóvarfyritøkan Varðin arbeiir eisini viðmatvørum og virðisøking. Fyritøkan hevur sett góðar 14 milljónir krónur í Høvdavirkið, sum í løtuni er í ferð við at útbyggja  virkið.

Virkið framleiðir serliga djóramat í løtuni og eini 20 fólk eru til arbeiðis í framleiðsluni á virkinum. Nógv av hesum vørum verða útfluttar til týska marknaðin.