fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 30.12.2016 (13:19)

Veðurforsøgnirnar varnaðust ikki ódnarveðrið

Mong undrast yvir,  at veðurstøðirnar ikki boðaðu frá ógvusliga ódnarveðrinum í gjárkvøldið og í nátt.

 

Vit hava vent okkum til Osmund Justinussen, veðurkønan, sum sigur seg als ikki skilja, at forsøgnirnar ikki  boðaðu frá, at veðrið fór at gerast so ringt sum tað bleiv.

 

Lágtrýstið, sum kom hendanvegin var ikki óvanliga djúpt og dýptist heldur ikki. Men hitin nærkðistt teimum 10 stigunum, meðan luftstreymurin, sum fylgir eftir er kaldur – niður í átta kuldastig, sigur hann.

 

Hann ger vart við, at tá ið munurin á hita og kulda er so ógvusligur, so fáa vit nógvan vind.

 

Tað var eisini tað, sum hendi í gjár.

 

Tí fingu vit ódnarveður, sum lættliga kundu havt vanda við sær, um onkur var farin út við smærri bátum í gjár og bert fyrihelt seg til veðurforsøgnirnar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her