fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 4.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 23.03.2017 (23:04)

Vilja hava Høgna frá

-Eg vil fegin bjóða Óluvu Klettskarð inn á gólvið í Skipara- og Navigatørfelagnum mánadagin, tá ið vit hava boðið fakfeløgum til fund at tosa um at boykotta fiskivinnuuppskotið. Tað besta hevði verið um vit fáa Høgna Hoydal at leggja frá sær, sum landsstýrismann.

 

Formaðurin í Skipara- og Navogatørfelagnum, Annfinnur garðalíð, legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann fekk orðið á almennum fundi í Klaksvík í kvøld. Hann segði, at teir hava boðið fakfeløgunum til fundar at tosa um, hvat skal gerast við nýskipanaruppskotið og hann beyð tingkvinnuni fyri Tjóðveldi, Óluvu Klettskarð við á fundin.

 

Á fundinum mannaðu tey tingfólk, sum umboða Norðoyggjar, pallborðið. Høllin í skúlanum var fullsedtt og tey flestu í salinum vendu kanónirnar móti teimum báðum samgonguumboðunum, Óluvu Klettskarð, Tóðveldi, og Jónleif Johannsen, Javnaðarflokkurin.

 

Millum onnur hevði eisini Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, orðið. Hann segði tað, sum fleiri onnur eisini royndu at spyrja um: nevniliga hvat er ætlanin við nýskipanarupppskotinum.

 

Tey bæði samgonguumboðini royndu at siga, at uppskotið sum almenningurin kennir, er eitt semingsuppskot, sum kann broytast og tey lovaðu bæði, at tey fóru ikki at taka undir við tí, fyrr enn allir spurnignar eru svaraðir og at trygd er fyri, at tað ikki fer at kosta arbeiðspláss í Norðurøkimum.