fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 08.07.2017 (20:22)

Vilja hava pengar til Skopunar havn

Havnin í Skopun er torfør at brúka, serliga tá veðrið er keðiligt, tí grót er farið av grótkastinum og liggur nú í sjálvari innsiglingini.

 

Eitt stórt grótkast varð lagt uttan fyri pierin á Bergi í 1990, sum er uttasti pierurin í Skopun.

 

Tað er alsamt máað meira burtur av grótkastinum, og ein partur av grótinum leggur seg við innsiglingina til Skopunar havn, serliga tá uppgangur er. Tað er serliga í vestanbrimi, at grót verður flutt til innsiglingina, og tá ár eru við nógvum vestanbrimi, verður støðan verri.  

 

Í 2014 og í 2015 var eisini ruddað, men tað vísir seg, at talan er um ein afturvendandi trupulleika.

 

Tað er landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Henrik Old, sum hevur biðið um eykajáttanina.

 

Í grundgevingini verður sagt,  at  trupult er at brúka Skopunar havn til samferðsluhavn, tí nógv grót liggur á botninum til innsiglingina, sum merkir, at tað ber illa til at brúka havnina tá verri veður er.

Málið hevur skund, tí arbeiðið bert kann gerast á sumri, og tí helst skal fara í gongd sum skjótast nú í juli mánaða.

 

Fíggjarnevndin hevur fund mánamorgunin klokkan 9.00


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her