fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 08.08.2017 (08:25)

Vinnunevndin til Japan

Løgtingsins vinnunevnd, sum alt vár hevur baksast við uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni og framvegis ger tað, fer 2.september á vitjan í Japan.

 

Vanligt er at tingsins nevndir við jøvnnum millumbilum gera uttanlandsferðir og í ár er tað vinnunevndin, sum stendur fyri tørni.

 

Talan  er um eina kunningar- og íblástrarferð. At tað gjørdist Japan hongur saman við, at ein japanskur politikari vitjaði í Føroyum. Hann hevði samband við politisku skipanina her. Nú er tað hent at sami maður, Taro Kono, er vorðin uttanríkisráðharri í japansku stjórnini.

 

Vinnunevndin ger fleiri vitjanir í Japan. Tað er danska sendistovan í Japan, sum stendur fyri  praktisku tilrættaleggingini í Japan.

 

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin, er formaður í vinnunevndini. Hinir limirnir eru: Jógvan Skorheim,

Bjørt Samuelsen, Magni Arge, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsøe.Bjørn Kalsø