fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 21.10.2017 (13:09)

Virksemi kring landið

Á fundi hjá Sjálvstýri í dag gjørdi formaður floksins, Jógvan Skorheim, greitt, at flokkurin fer at taka undir við fíggjarlógin, fyrst og fremst tí hon tryggjar virksemi kring  alt landið..

Á fundinum í dag greiddi hann fólki frá, at hetta er neyðugt, at virksemi ikki bert verður savnað kring høvuðsstaðin, men at almennar íløgur eisini verða gjørdar aðrastaðni.

 

Hann var sjálvandi eisini inni á fráboðanini um bann móti burka og niqab, men hann legði dent á, at í veruleikanum snýr tað seg um integratión.

 

-Tað kann gott vera, at vit ikki hava trupulleikar við burka og niqab nú. Tað ger bara, at vit kunnu arbeiða við hesum í góðari tíð og vera  tilreiðar, tá ið spurningurin tekur seg upp, segði formaðurin.      

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her