Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 31.12.2018 (19:31)

Vit eiga at gleðast um tað góða sum vit hava

Løgmaður brúkti orðini hjá Heina Festirstein í innganginum til nýggjársrøðuna og sum reyðan tráð í røðuni.

Heini Festirstein var í bilvanlukku í 1988, á veg av Eiði til Oyrabakka. Bilurin fór út av vegnum við Ljósá. Heini Festirstein fekk stóran saða og tað vísti seg, at feetini út í bilin hetta kvøldið vóru tey seinastu hann gekk.

 

Síðani hevur hann sitið í rullustóli.

 

19 desember  - altso 30 ár eftir vanlukkuna skrivaði Heini Festirstein á sínu vanga á Facebook:

»Tað at kunna ganga, er ikki nakað, sum fólk hugsa um í gerandisdegnum tað er bara ein sjálvfylgja. Eg setti ikki prís upp á at kunna ganga, fyrr enn eg ikki kundi tað meira. Kanska vit áttu at sett størri prís upp á ting, sum vit taka fyri givið?«

Løgmaður brúkar hesi orðini til at minna okkum á alt tað, vit sum føroyingar hava og sum vit ofta gloyma.

Hann segði í røðuni, at hann ofta hevur samband við útlendingar og fortelur hvussu tey undrast yvir tað sum hendir í hesum lítla oyggjasamfelagnum.

-Gestirnir undrast á, at tað ber til at lata húsini standa ólæst.

 

-At samfelagið er so frítt og grundleggjandi álitið so stórt, at trygdarfólk at kalla ikki síggjast á gøtunum.  

 

-Tey undrast á lítla samfelagið við so sterkum og vælriknum fyritøkum.

 

-Og at tað ber til hjá einari so fámentari tjóð at hava ein so stóran skapanarhug til mentan og list.  

 

-Tað hugtekur meg hvørja ferð at síggja okkara land ígjøgnum teirra brillur. Og at merkja teirra undran, segði løgmaður millum annað í nýggjársrøðu síni


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her