Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.07.2017 (13:44)

-Vit vilja øll tað besta fyri land og fólk

Aksel V. Johannesen, løgmaður, valdi í ár at brúka søguna í Gamla Testamenti um tær sjey feitu og tær sjey rak kýrnar til grundarlag undir ólavsøkurøðuni.

Gjøgumgangangandi vísti løgmaður á, hvussu týðandi tað er, at tá ið vit hava goð ár búskaparliga, at vit so ikki brúka alt vit forvinna, men brúka ein part til at leggja upp fyri, tá ið pendulið sveiggjar og vit fáa nøkur rak ár.

Akseel V. Johannesen, løgmaður, helt ikki, at vit hava verið serliga dugnalig til at gera so í farnum árum. Tí er tað umráðandi, at hetta verður gjørt nú, so ringu tíðirnar ikki taka beinini undan okkum.

Hann endaði sína røðu við at vísa á, hvussu umráðandi tað er, at tingfólk duga at lurta eftir hvør øðrum, eins og egyptiski Farao lurtaði eftir Jósefi- og fylgdi hansara ráðum.

-Mest av øllum eiga vit við eyðmýkt at minnast til, at vit øll vilja tað besta fyri land og fólk – sama hvønn dreym – og hvønn flokk – vit annars umboða, segði Akseel V. Johannsen, løgmaður at enda í ólavsøkurøðu síni 2017.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her