Um middagsleitið í gjár kannaði løgreglan ferðsluna í Miðvági. Umleið 20 bilar vórðu steðgaðir, og her vórðu tilsamans átta mál skrivað.
Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.
Løgreglan sigur, at eitt mál snúði seg um bilførara, sum koyrdi ávirkaður - ikki av alkoholi, men øðrum rúsevni.
- Ein koyrdi við viðfestivogni, sum ikki var skrásettur, tvey høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, trý mál vórðu um trygdarbelti, og so var ein lyktafeilur.
Vaktleiðarin legði aftrat, at haraftrat vórðu tvær átalur givnar fyri brot, sum høvdu minni upp á seg.