28 fráboðanir vóru um skaða í illveðrinum

Í fyrstu syftu komu 16 fráboðanir til løgregluna, men seinni komu 12 afturat

Vakthavandi á politistøðini sigur í morgun, at tey fingu tilsamans 28 fráboðanir um storm- og vatnskaðar eftir illveðrið, sum var.

– Tað var um alt landið, og nógvar vóru um leysar klædningar, leysar takplátur, leyst tilfar og brotnir rútar, sigur vakthavandi á politistøðini.

Tann síðsta fráboðanin kom beint eftir døgurða í gjár klokkan 13:10.

– Tað er vanligt, tá so er, at fólk ikki síggja skaðarnar, fyrr enn aftaná, tá veðrið er batnað og tey fara at kanna sínar ognir, sigur vakthavandi.

Í gjár klokkan 10:05 var ein fráboðan um, at grót var rapað á Funningsvegin. Har var tó koyrandi, men Landsverk ruddaði vegin aftur.

Ein útlendingur var tikin í gjárkvøldið, eftir at hann hevði brotið ein rút í Gundadali í Havn. Hann var rættiliga rúsdrekkaávirkaður. Vaktleiðarin sigur, at tey skulu nú tosa við tey, sum eiga rútin, um tey vilja hava mannin revsaðan, ella um málið verður avgreitt við, at hann endurrindar fyri skaðan.