41 ára gamal maður skuldsettur í drápsmáli í Nuuk

Í gjár varð ein 41 ára gamal maður varðhaldsfongslaður í 25 dagar í einum máli, har hann og ein 25 ára gamal eru skuldsettir fyri at hava dripið ein 20 ára gamlan mann.

(Savnsmynd)

Ein 41 ára gamal maður varð í gjár varðhaldsfongslaður í 25 dagar í einum máli, har hann er skuldsettur fyri at hava dripið ein 20 ára gamlan mann í Nuuk í Grønlandi, skrivar Grønlands Politiið í tíðindaskrivi.

Tann 41 ára gamli varð handtikin leygardagin og skuldsettur fyri morðið á tann 20 ára gamla, sum varð funnin deyður 4. oktober í einum goymslurúmi í einum íbúðarblokki í Nuuk.

Tveir dagar eftir at tann 20 ára gamli varð funnin - 6. oktober - varð ein 25 ára gamal maður varðhaldsfongslaður í sama máli í 25 dagar.

Við atliti til kanningararbeiðið fer løgreglan ikki at gera nærri viðmerkingar til, hvat grundarlagið er undir handtøkuni og ákæruni móti 41 ára gamla manninum.

Framsetingin av manninum fór fram fyri afturlatnum hurðum. Tað er ikki greitt í tíðindaskrivinum, hvussu maðurin hevur samband við ákæruna, ella um hann kærdi varðhaldsfongslingina.

/Ritzau/

 

 

(Savnsmynd)