Á pall fyri fyrstu ferð

Hesar fittu genturnar eru nakrar av sangfuglunum, sum hósdagin fara á pallin í Vapinum í samband við Spæl føroyskt vikuna, skrivar klaksvik.fo.

 

Spurdar um tær eru spentar, svaraðu allar ja. Tó var onkur sindur ivasom, tí salurin verður jú fullur við øðrum baragarðsbørnum, sum skulu lurta.

 

Tað er sum sagt hósdagin 7. mars kl. 10.00, at skipað verður fyri einari sangløtu/samling fyri børnum í aldrinum 0-3 ár, og barnakonsert fyri teimum 3-7 ára gomlu.

 

Byrjað verður við at hoyra Skúlakórið syngja. Síðan fara teir 6 dagstovnarnir at framføra fyri hvørjum øðrum. Við hesum tiltakinum fáa børnini bæði høvi at framføra og at vera til konsert í stásiligu hølunum.

 

Av sangum, sum børnini fara at framføra kann nevnast: Eg gekk mær eftir bønum fram, Kennir tú blómurnar og Vestan fyri Mykines.

 

Bókasavnið luttekur eisini við einum søgukróki, so um onkur hevur hug at steðga eina løtu aftaná sangframførslurnar, so er eisini møguleiki til tað. 

 

Hetta er fyrsta tiltakið á dagstovnaøkinum, sum verður hildið í Varpinum. Fleiri av børnum hava kanska ikki verið í Varpinum, tí er tað eisini fyri tey ein uppliving í sær sjálvum, skrivar klaksvik.fo.