Ajax hevur bjargað plássinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Ajax vann eisini seinnu uppflytingarfinaluna móti EH Aalborg

Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen og liðfelagar teirra í Ajax spældu í dag seinnu uppflytingarfinaluna móti Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfeløgum hennara í EH Aalborg í Nørresundby.

 

Tað eydnaðist Ajax at vinna dystin 29-26. EH Aalborg var annars á odda 15-14 í steðginum. Ajax vann eisini fyrru uppflytingarfinaluna 29-25 (12-10), og tær vinna sostatt uppgerðina 2-0.

 

Ajax spælir aftur í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi ár, meðan EH Aalborg má taka enn eitt kappingarár í næstbestu deildini.