Menningin av tilgjørdum viti gongur við rúkandi ferð, og hetta broytir og fer at broyta undirvísing og teir førleikar, sum børnum, ungum og vaksnum tørvar nú og í komandi tíðum. Tøknin hevur og fer at hava stóra ávirkan á okkum øll, og hvussu vit læra, arbeiða og samskifta, og hetta krevur nýhugsan um, hvussu vit búgva børn, ung og vaksin út til nýggju fortreytirnar.
Í hesum sambandi bjóðar Fróðskaparsetur Føroya til alment tiltak í Kongshøll, har vit seta tilgjørt vit og útbúgving á breddan.
Á skránni eru framløgur um evnið, og síðani verður orðaskifti undir leiðslu av Martini Tvede Zachariasen, rektara á Setrinum, um avbjóðingarnar, sum vit øll so ella so mugu fyrihalda okkum til.
SKRÁ:
13:00: Martin Tvede Zachariasen, rektari, bjóðar vælkomin
13:10: Jeppe Bundsgaard, professari í didaktikki og granskari í tøknifatan, KT í undirvísing, skriving og progressivum undirvísingarhættum:
ChatGPT - skolens mulighed, skolens opgave
Da ChatGPT kom til verden i november 2022 var de færreste klar over, hvad der havde ramt dem. Den første reaktion var: Nu kan elever snyde. Men efterhånden er samtalen blevet mere nuanceret. Jeppe Bundsgaard vil give sit bud på hvad skolens muligheder og opgaver kan være i forhold til ChatGPT specifikt og kunstig intelligens generelt. Han vil fokusere på fire aspekter: Interaktion, vurdering, kritik og konsekvens
13:40: Regin Berg, Master of Arts og altjóða politikki, Master í Lóg, fakligur skrivari hjá Etiska ráðnum og fyrrverandi undirvísari:
Kollveltir tilgjørt vit arbeiðsmarknaðin?
Alt eftir hvønn vit spyrja, so er tilgjørt tilvit ofta annaðhvørt tann stóra hóttanin, sum merkir, at arbeiðsloysið og ójavnin fara at eksplodera, ella er tað góði persónligi hjálparin, ið ger okkum øll meira produktiv. Men hvussu verður hetta í veruleikanum? Hvørja ávirkan fer tilgjørt vit at hava á arbeiðsmarknaðin, og hvussu ávirkar hetta útbúgvingarskipanina hjá okkum?
13:55: Iben Nyholm Debess, ph.d.-vísindastarvsfólk og samskipari á Máltøknideplinum, og Barbara Scalvini, adjunktur í teldufrøði:
Tilgjørt vit á føroyskum
Føroyskt er eitt lágtilfeingismál, og hetta endurspeglar, hvussu vit kunnu nýta tól úr tilgjørdum viti á okkara móðurmáli. Vit lýsa støðuna og hugleiða um evnið, og vísa við dømum, hvussu vit kunnu gagnnýta tilgjørda vitið til okkara fyrimunar.
14:10: Kaffisteðgur
14:30: Pallborðskjak
Luttakarar: Eyðun Gaard, stjóri á Námi, Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, Regin Berg og Jeppe Bundsgaard.
Orðstýrari: Martin Tvede Zachariasen, rektari.
Hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við, hvussu tilgjørt vit broytir undirvísing og próvtøkur?
Hvørjar førleikar skulu vit geva børnum og ungum, sum skulu samstarva við tilgjørt vit á broyttum arbeiðsmarknaði og í lívinum annars?
Hvussu fáa vit førleikament allar bólkar, so vit á besta hátt verða før fyri at gagnnýta tilgjørt vit á kritiskan og haldgóðan hátt?
15:30: Kaffi og prát
Tiltakið er - sum nevnt - alment, og øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Fróðaskaparsetur Føroya.