Alvápnað løgreglulið á Strondum

Løgreglan er farin út »til eina hending« á Strondum, men hevur onga viðmerking

Sjey politibilar og nógv alvápnað løgreglulið eru í løtuni á Strondum. Greitt er ikki, hvat málið snýr seg um, tí løgreglan vil einki siga.

 

Fleiri politibilar við útrykningi fóru úr Havn stutt eftir klokkan trý, og hesar myndirnar eru tiknar á Strondum fyri løtu síðani.

 

Løgreglan skrivar tó soleiðis á Facebook:

 

»Politiið er í løtuni úti til eina hending á Strondum.

 

Heitt verður á øll um, at halda seg burtur frá økinum við bátahylin niðan fyri læknaviðtaluna.

 

Politiið hevur ongar viðmerkingar til hendingina í løtuni.«

 

##med2##

 

##med3##