Amalia ivast - Símun er avgjørdur

- Eg umhugsi, um eg skal stilla upp aftur ella ikki, sigur Amalia í Frammistovu, sum hevur verið borgarstjóri í Fugloyar kommunu seinastu trý valskeiðini.

Fugloyar kommuna telist millum tær minstu í Føroyum og í báðum bygdunum í oynni, Kirkju og Hattarvík, eru skrásett at búgva tilsamans 44 fólk.

 

Í bygdaráðnum sita trý umboð, harav Amalia í Frammistovu, sum býr á Kirkju, er borgarstjóri.

 

Hetta er triðja skeiðið hjá henni við borðendan, og áðrenn hon gjørdist borgarstjóri, sat hon tvær setur í bygdaráðnum.

 

Eitt annað umboð er eisini av Kirkju. Tað er Marit Christiansen, sum er lærari í skúlanum á Fossanesi og er verdóttir Amaliu.

 

Triðja umboðið í kommununi er Símun Gullaksen úr Hattarvík, og hann er eisini skrivari hjá Fugloyar kommunu.

 

Amalia í Frammistovu sigur, at hon enn ikki hevur tikið støðu til, um hon fer at stilla upp aftur ella ei.

 

- Eg umhugsi støðuna, og einaferð seinni í heyst taki eg endaligu avgerðina, sigur hon í morgun.

 

Símun Gullaksen er hinvegin ikki í iva um uppstilling og sigur, at hann longu nú hevur tikið avgerð um at stilla uppaftur.

 

Á seinasta kommunuvali var ein listi, og her fekk Símun Gullaksen flestar persónligar atkvøður.

 

- Tað er ikki so avgerandi, hvør er borgarstjóri, og tað verður heldur ikki avgerandi eftir valið hesaferð, sigur hann.

 

##med2##

 

Símun Gullaksen vísir á, at samstarvið í Fugloyar kommunu er gott, og tað er ikki trupult at finna út av tingunum saman.

 

- Hetta er ein lítil kommuna, og eg haldi, at vit í bygdaráðnum eru í einum góðum samstarvi, sigur hann.

 

Amalia í Frammistovu er samd og heldur, at arbeiðslagið í kommununi er gott, eins og samstarvið í norðurøkinum eisini er gott.

 

Símun Gullaksen fegnast eisini um samstarv við hinar kommunurnar í Norðoyggjum, eitt nú innan eldraøkið og læknaviðurskifti.

 

Í Fugloyar kommunu eru skrásett 44 fólk - 29 á Kirkju og 15 í Hattarvík.