Amerikansku hermenninir skikka sær væl í býnum

- Nógv fólk eru í gøtunum í Oslo, og amerikanskir hermenn eru bæði á barrum og matstøðum í býnum, sigur norska løgreglan.

 

Norska løgreglan sigur í kvøld, at hóast fleiri túsund amerikanskir hermenn eru í Oslo í kvøld, hevur alt gingið uppá stás.

 

- Vit hava ongar trupulleikar havt higartil, sum amerikanskir hermenn hava verið partur av, sigur Line Skott, átaksleiðari hjá løgregluni í Oslo.

 

Hon sigur við tíðindastovuna NTB, at alt hevur gingið uppá stás og sigur seg vóna, at soleiðis verður eisini gjøgnum náttina.

 

- Løgreglan veit, at nógv fólk eru í gøtunum í Oslo, og amerikanskir hermenn eru bæði á barrum og á matstøðum í býnum.

 

Átaksleiðarin, Line Skott, sigur, at løgreglan hevur tey fólk tøk, sum neyðugt er, um okkurt skuldi tikið seg upp.

 

Tað var fyrrapartin í dag, at heimsins størsta krígsskip, amerikanski flogberin USS Gerald R. Ford, stevndi inn eftir Oslofjørðinum.

 

Sambært tíðindastovuni NTB telur manningin 4.500 fólk. 

 

Flogberin hevur pláss fyri 90 flogførum og tyrlum, og skipið verður rikið við tveimum kjarnorkureaktorum.