- Nú tekur tað umleið fýra tímar at syrgja fyri bakstrinum ein vanligan vikuskiftismorgun. Tá vit høvdu bakaríið, vóru vit bundin at kalla hvønn einasta dag hesi mongu ár, sigur Anfinn í Soylu.

Anfinn er aftur á bakarínum

- Tað verða átta ár í heyst, síðan vit lótu aftur. Tá høvdu vit havt opið her í 45 ár, og tá hevði eg bakað í meira enn eina hálva øld, sigur Anfinn í Soylu, sum 15 ára gamal fór í læru sum bakari.

 

- Nú tekur tað umleið fýra tímar at syrgja fyri bakstrinum ein vanligan vikuskiftismorgun. Tá vit høvdu bakaríið, vóru vit bundin at kalla hvønn einasta dag hesi mongu ár, sigur Anfinn í Soylu.

Eftir at hava havt bakarí á Sandi í 45 ár, sum læt aftur á heysti í 2016, er Anfinn í Soylu aftur at síggja á bakarínum. Nú er bakaríið ein kiosk - Kioskin á Bakarínum - og kioskin er í húsunum hjá hjúnunum, Anfinni og Karini í Soylu.

 

Tað eru Eyðvarur Petersen og konan, Inga, sum reka kioskina, og tá Inga onkuntíð hevur verið burtur, hevur hon heitt á bakaran um at syrgja fyri bakstrinum hjá kioskini, og tað hevur Anfinn gjørt nakrar ferðir.

 

Nú um dagarnar er tað Anfinn, tú hittir í kioskini sum bakara. Soleiðis var gjáramorgunin, og soleiðis er aftur í morgun. Gamla bakaríið er burtur, og nú er baksturin forbakaður, tá hann fer í ovnarnar.

 

Hin 30. september í 2016 var stór móttøka fyri Anfinni og Karini í Virkinum á Sandi, sum kommunurnar í Sandoynni skipaðu fyri. Kommunurnar vildu heiðra hjúnini fyri trúgva og drúgva tænastu, nú tey lótu bakaríið aftur.

 

- Tað verða átta ár í heyst, síðan vit lótu bakaríið aftur. Tá høvdu vit havt opið her á Sandi í 45 ár, og tá hevði eg bakað í meira enn eina hálva øld, sigur Anfinn, sum 15 ára gamal fór í læru sum bakari.

 

Anfinn í Soylu heldur, at tað er stuttligt at taka eina hond í, tó at baksturin nú ikki kann samanberast við tað, sum hann og konan fingust við øll hesi árini. 

 

- Nú tekur tað umleið fýra tímar at syrgja fyri bakstrinum hjá kioskini ein vanligan vikuskiftismorgun. Tá vit høvdu bakaríið, vóru vit bundin at kalla hvønn einasta dag hesi mongu ár. 

 

Anfinn sigur, at tá tey vóru virkin, byrjaði dagurin á hálvari nátt. Tískil plagdi hann at passa tað soleiðis, at hann svav tvær ferðir um samdøgrið. 

 

- Eg havi altíð havt góðar svøvngávur, og eg ivist ikki í, at tað hevur havt stóran týdning í hesum arbeiði. Konan og eg plagdu eisini at ganga túrar, tá løturnar vóru, og tað gera vit framvegis, sigur hann.

 

Saman við konu síni fegnast hann um, at partur av hølunum, har bakaríið var, nú eru kiosk, og hann heldur tað vera stuttligt, at lív aftur er í gomlu hølunum, sum vóru her kortini.

 

- Jú, tað er eisini stuttligt at vera aftur her og syrgja fyri bakstrinum onkrar morgnar, og tað er eisini stuttligt at hitta fólk, sum koma á gátt, sigur Anfinn í Soylu, sum vit hittu á bakarínum dýrabiðidag.

 

##med2##

 

 

 

 

 


 

 

 

 

- Nú tekur tað umleið fýra tímar at syrgja fyri bakstrinum ein vanligan vikuskiftismorgun. Tá vit høvdu bakaríið, vóru vit bundin at kalla hvønn einasta dag hesi mongu ár, sigur Anfinn í Soylu.

Nú er tað Anfinn, tú hittir í kioskini sum bakara. Soleiðis var gjáramorgunin, og soleiðis er aftur í morgun.