Anfinn Kallsberg var føddur 19. november í 1947 í Klaksvík. Hann var sonur Katrinu og Gunnar Kallsberg. Giftur við Berghild, fødd Matras av Viðareiði. Tey eiga trý børn.
Anfinn Kallsberg byrjaði sína politisku yrkisleið sum bygdarráðslimur á Viðareiði frá 1974 til 1980.
Á løgtingsvalinum í 1980 trein hann inn á landspolitiska pallin, tá hann varð valdur í Løgtingið fyri Fólkaflokkin í Norðoya valdømi. Tá varð borgarlig samgonga skipað millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin við Paula Ellefsen sum løgmanni.
Eftir eitt umskifti í landsstýrinum í 1983 tók Anfinn Kallsberg við sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og handilsmálum fyri Olaf Olsen restina av valskeiðinum, og til nýtt landsstýri tók við 11. januar í 1985.
##med2##
##med3##
Anfinn Kalsberg gjørdist aftur landsstýrismaður í fiskivinnumálum eitt skifti í 1989, tá borgarlig samgonga aftur varð skipað við Jógvan Sundstein úr Fólkaflokkinum sum løgmanni.
Tá Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin skipaðu tveyflokkasamgongu eftir løgtingsvalið í 1990, gjørdist Anfinn Kallsberg løgtingsformaður, tað var frá januar 1991 til juni 1993.
Hann gjørdist formaður í Fólkaflokkinum, tá Jógvan Sundstein legði frá sær sum floksformaður og løgtingsmaður til løgtingsvalið í 1994.
Anfinn Kallsberg gjørdist á triðja sinni landsstýrismaður í 1996. Tiltikin politiskur taktikari var hann. Tá Javnaðarflokkurin í 1996 fór úr samgonguni hjá Edmundi Joensen – sannførdur um, at Edmund Joensen fór at skriva út nýval til Løgtingið, tók Anfinn Kallsberg øll á bóli og fór upp í samgonguna.
##med4##
##med5##
Tvey ár seinni skipaði hann sjálvur samgongu sum løgmaður – fullveldissamgonguna, sum helt fram eftir løgtingsvalið í 2002, men sum tó slitnaði í desember 2003, og tí skrivaði Anfinn Kallsberg út nýval í januar í 2004.
Anfinn Kallsberg var løgmaður undir fullveldissamráðingunum um aldarskiftið, tá Føroyar ætlaðu at loysa frá Danmark. Samráðingarnar vóru truplar og endaðu úrslitaleysar.
##med6##
##med7##
Eftir valið í 2004 varð samgonga skipað – tann so nevnda ABC samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni.
Á fólkatingsvalinum í 2005 vann Anfinn Kallsberg annan fólkatingsessin. Hann stillaði ikki uppaftur á fólkatingsvalinum í 2007.
##med8##
##med9##
Anfinn Kallsberg legði frá sær sum løgtingsmaður í januar í 2011 og stillaði ikki uppaftur til løgtingsvalið í oktober sama ár – eftir góð 30 ár sum landspolitikari. Hann náddi at sita í øllum sessum í landspolitikki: Løgtingsmaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, løgmaður og fólkatingslimur.
##med10##
##med11##