Apotek í Vágum og í Hoyvík

Í næstu lata apotek upp í Vágum og í Hoyvík.

Tað segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, tá hon svaraði ófráboðaðum fyrispurningi á tingi.

Hon sigur, at tað liggur í kortunum at eitt apotek afturat skal lata upp í Havn. Tí grundarlagið undir hvørjum apoteki eigur at vera 3-5.000 íbúgvar.

– Men tað liggur ikki í kortunum beint nú at lata upp nýtt apotek í Havn, men í fyrstu syftu lata nýggj apotek upp í Hoyvík og í Vágum, segði hon.