Seinnapartin í morgin klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í hesari EM-undankappingini.
Dysturin verður á Tórsvølli móti Belarus, ið okkara vunnu 3-2 í útidystinum 7. september í fjør.
Føroyar eru á einum fjórða plássi í undanbólki G við sjey stigum. Belarus er á fimta plássinum við seks stigum.
Við sigri ella javnleiki kunnu Føroyar tryggja sær fjórða plássið í bólkinum. Við sigri verður talan um næststørstu úrtøkuna hjá einum føroyskum U21-landsliði í einari EM-undankapping.
Tað verður ein altjóða óroyndur dómari úr Aserbadjan, ið skal leiða dystin millum Føroyar og Belarus.
Kamal Umudlu hevur dømt sínar fyrstu altjóða dystir í ár. Talan hevur verið um tveir U17-landsdystir og tveir dystir í undankapping í evropeiskari kapping fyri felagslið. So sum so ofta fyrr fáa vit vitjan av einum dómara við fáum altjóða royndum. Kamal Umudlu hevur tó dømt dystir í bestu aserbadjansku fótbóltsdeildini síðani 2019.
Bólkur G - U21 EM-undankapping:
17:00 GMT - Tórshavn (Tórsvøllur)
FØROYAR - BELARUS
Dómari: Kamal Umudlu AZE
Hjálpardómari 1: Namiq Hüseynov AZE
Hjálpardómari 2: Vüsal Məmmədov AZE
Fjórði dómari: Tural Qurbanov AZE
UEFA dómaraeygleiðari: Ladislav Gádoši SVK
UEFA umboð: Paul Larkin NIR