At búgva í eini lítlari kjallaraíbúð nýtist als ikki at vera keðiligt

Við góðum og skapandi loysnum, kanst tú meiri enn so, bæði búgva smátt og gott. Tað krevur bert, at ein hugsar seg um, tá innrætta verður. Men tað kann vera ein avbjóðing, at finna útav, hvussu ein á bestan hátt innrættar, tá kvadratmetrarnir eru fáir, og ynskini eru mong.

Tá ein býr smátt, slepst ikki undan, at raðfesta hvørjir lutir, tú í veruleikanum hevur tørv á. Tí er eitt gott hugskot, at sleppa tær av við lutir, ið tú ikki hevur tilknýti til, og sum als ikki verða nýttir.

Hóast sera avmarkað pláss, høvdu vit eitt ynski um, at fáa ein nýggjan køk, og síðani at sameina køkin við

goymslupláss og skriviborð til telduna. Av hesum kom hugskoti, at gera eina reol, við pláss fyri hesum báðum. Vit ynsktu samstundis eisini, at sleppa framat til vindeygað, og tí kundu vit ikki, hava køkin uppá longs undir vindeyganum. Tí komu vit fram til hesa loysnina.

Prei Býrt tú smátt, er eitt gott hugskot, at ikki hava yvirskáp í køkinum. Uttan yvirskáp sýnist tað lættari og luftigari inni. Men av tí sama, so verður eisini minni av goymsluplássi. Hang tí heldur eina, ella tvær hyllar upp í køkinum. Set lutir á, ið tú veruliga brúkar, so lutirnir ikki bara standa og samla dust.