B36 maskinan snúrar við fullari ferð

1. DEILD: 7-1 heimasigurin ímóti B71 var fjórði stórsigurin á rað hjá árstalsfelagnum í Gundadali

Emil Weihe Joensen skoraði tvey mál og var sera eyðsýndur, tá ið B36 í 1. deild vann 7-1 á heimavølli ímóti B71

Tað gongur strúkandi hjá næstbesta B36 liðnum. Í dag vunnu ungu og evnaríku menninir – teir flestu eru uppaldir í Gundadali – 7-1 á heimavølli ímóti B71. Hetta var fjórða ferðin á rað, at B36 vann fulla úrtøku, og allar fýra ferðirnar hevur talan verið um stórsigrar. Málmunurin hesar fýra ferðirnar er 19 – 2!

 

Ein av lyklaspælarunum er Emil Weihe Joensen. Í dag var hann undan steðginum tvífaldur málskjútti. B71 misti sjey minuttir undan steðginum Alva Jespersen, tá ið verjuálitið fyri aðru ferð sá gula kortið, og tá ið Tobias Hansen í fyrsta minutti eftir steðgin økti um heimaleiðsluna til 3-0, var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

 

Rani Berg í Soylu umsetti B36 brotsspark til 4-0, áðrenn B71 toppskjúttin Tijani Mohammed minkaði um munin til 4-1. So vóru tað tríggir av ungu og evnaríku B36 spælarunum, sum økti um munin til 7-1 – Mattias Hellisdal, Marius Allansson og Eliesar Johannesen.

 

Góða gongdin ber við sær, at B36 nú er á fjórða plássi við 16 stigum. Hjá B71 hevur tað verið nógv upp og niður. Eftir 4-2 sigur á útivølli ímóti Víkingi og 2-1 heimatap ímóti NSÍ var 7-1 tapið í Gundadali nógv soltnasta úrslitið higartil í ár. B71 er á sjeynda plássi við 11 stigum.

 

Um eina viku fer B71 at spæla á útivølli ímóti Skála, og tá fer B36 at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

 

 

Emil Weihe Joensen skoraði tvey mál og var sera eyðsýndur, tá ið B36 í 1. deild vann 7-1 á heimavølli ímóti B71