B36 pressaði KÍ í botn

Men toppliðið vardi tepru leiðsluna, og nú er leiðslan hjá klaksvíkingum uppaftur størri, enn hon var

11 umfør og 33 stig. Tað er úrtøkan hjá tvífalda meistaraliðnum í Klaksvík, sum í kvøld vann 2-1 á heimavølli ímóti B36. Undan hesum dystinum var KÍ 6 stig frammanfyri árstalsfelagið, sum nú er 9 stig aftanfyri KÍ.

 

Síðstu løtuna vendi tað heilt øðrvísi, enn tað hevði gjørt fyrstu tríggjar fjóðringar av tíðini. B36 minkaði um munin til 2-1, tá ið eitt stórt korter var eftir. Hannes Agnarsson rakti í høgru ikki bóltin reint, men bólturin snaraði dygst inn við handara stólpanum. So spenti B36 álopsbogan í botn, og heimaliðið var trýst heilt aftur. Tað vóru fleiri spentar støður í KÍ brotsteiginum, og B36 royndi við skotum, sum vórðu blokerað, og Hannis Matras í málinum stóð seg væl.

 

-KÍ var væl betri enn vit fyrstu tveir triðingarnar av tíðini, men so fingu vit um endan, og síðstu løtuna kundu vit havt javnað, hóast KÍ var omaná, tá ið vit síggja dystin allan, sum hann er. Eg dugi ikki at siga, hví tann stríðshugurin, sum vit sóu síðstu løtuna, ikki var alla tíðina, men hóast vit taptu, so fingu vit staðfest, at tað býr nógv í hesum liðnum. Nú eru vit langt frá KÍ, men tað ræður um at fokusera á næstu uppgávuna og vinna, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík í samrøðu við Televarpið.

 

KÍ legði sera sannførandi fyri. Heimamenninir arbeiddu væl fyri hvønn annan, teir dugdu væl at finna millumrúmini og skifta úr aðrari síðuni og í hina, og fyri tað mesta runnu teir í B36 aftaná. Heimamenninir pressaðu frammarlaga, og eftir B36 bólttap á egnari hálvu vóru Mads Bo Mikkelsen og Páll A. Klettskarð leysir mitt fyri. Páll lyfti bóltin til Mads Bo, sum hengisliga lyfti bóltin upp um B36 málverjan og í málið.

 

Næstu løtuna kundi kÍ havt skorað fleiri mál, og tá ið tað ikki eydnaðist, mentist B36 eitt sindur fram ímóti steðginum.

 

Eftir steðgin legði KÍ bragdligari fyri, og tað var eftir fínt álop og sera snilda sending frá Luc Kassi út í høgru, at støðan stóðst, sum bar við sær, at Páll A. Klettskarð spældi til Claes Philip Kronberg, sum úr eitt sindur spískum í vinstru smekkaði bóltin dygst inn við nærra stólpa og so var 2-0 og alt tóktist vera avgjørt, men so svaraði B36 aftur, og heimamenninir spældu ikki við sjálvsálitinum, sum teir høvdu avrikað við.

 

-Síðstu løtuna stóð nógv á. B36 trýsti frammarlaga, og teir megnaðu at spæla ígjøgnum í báðum borðunum, men tíbetur hildu vit tørn, eisini tí óroyndi Hannis Matras var so óførur í málinum, sigur verjuskansin Odmar Færø við Televarpið.

 

Tá ið B36 trýsti so nógv og miðverjin Isak Jönsson var í álopinum, so bar tað eisini KÍ møguleikar við sær. Nógv tann størsta fekk innskifti Sivert Gussiås. Hann var einsamallur ímóti stinna B36 málverjanum, sum vann tvídystin, og harvið gongur tað framvegis sera illa hjá norska álopsspælaranum, tá ið tað snýr seg um at skjóta mál, og tað er høvuðssetningurin hjá álopsspælara.