B36 slapp við skrekkinum

AB hevði møguleikar at vinna úrtøku, og hóast tað endaði við teprum tapi, so eigur avrikið at birta mót um ljósari tíðir

Í síðstu løtu var AB málverjin í B36 brotsteiginum, tá ið AB vann hornaspark og trýsti fyri at javna til 2-2

Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið B36 seinnapartin hevði vitjan av AB. Hálvleiksstøðan var 1-1, og tað restaðu 20 minuttir, tá ið Valerijs Sabala eftir innlegg úr høgru frá Símuni Sólheim og við handara stólpa hevði  góða tíð at temja bóltin, sum hann síðani smekkaði í netið. Hetta var triðja málið hjá Valerijs Sabala í landskappingardysti fyri B36.

 

Tað sá út til, at tað fór at verða, sum tað frammanundan varð roknað við, tá  ið Aron Knudsen beinanvegin legði B36 á odda eftir upplegg frá vongverjanum í vinstru Jann J. Benjaminsen.

 

Men soleiðis lagaði tað seg á ongan hátt. Longu áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin javnaði AB. Málskjútti var Teitur Olsen við frísparki úr 20 metrum, bólturin streyk fram eftir vøllinum og undir manngarðin, og so var tað javnt fram til tað restaðu 20 minuttir, tá ið B36 skoraði sigursmálið.

 

Hetta var fyrsti dystur hjá AB, síðani Henrik Larsen varð sagdur úr venjarastarvinum. Morten Overgaard hevði ábyrgdina av liðnum hjá argjamonnum, sum vístu framúr góðan hugburð. Teir vóru væl skipaðir, og teir spældu við fullari kraft fyri møguleikanum.

 

Tølini siga, at tað gekk javnt fyri seg. Eitt nú vann AB fýra hornaspørk, meðan B36 vann trý hornaspørk.

 

Fram ímóti dystarloki dansaði bólturin á B36 málstrikuni, bólturin brast í stólpan aftanfyri B36 málverjan, og so kendu argjamenn seg burturdømdar, tá ið Brian Jakobsen fór um koll í B36 brotsteiginum, men dómarin segði, at talan var ikki um brotsspark.

 

Nær nýggjur venjari verður settur á Argjum er ikki greitt, men nevnd og venjari kunnu eftir grannauppgerðina í Gundadali í dag staðfesta, at tað býr meiri í liðnum enn tað eina stigið, sum AB higartil hevur vunnið.

 

-Vit eru vónbrotnir, tí vit høvdu spæl og møguleikar til eitt stig. Í evstu løtu stútaði Brian Jakobsen í stólpan eftir horna. Tá ið Brian fór um koll í brotsteiginum, sá eg ikki sjálvur, hvussu tað gekk fyri seg, men allir mínir liðfelagar, sum vóru í nánd, kendu seg sannførdar um, at hetta var brotsspark. Tíverri hava við ikki marginalirnar við okkum - heldur ikki tá ið talan er um brotssparksdómar - men vit ætla at halda fram við tí í huga, sum vit avrikaðu í dag, sigur AB liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann í samrøðu við midlar.fo.

 

Í síðstu løtu var AB málverjin í B36 brotsteiginum, tá ið AB vann hornaspark og trýsti fyri at javna til 2-2