Bakkafrost fer at bíleggja fleiri risastór skip

Regin Jacobsen stjóri upplýsti í dag, at í løtuni eigur felagið 89 skip og bátar

Talan var um stórsligna fagnaðarløtu undir taki, eftir at Annika Frederiksberg hevði doypt nýggja flaggskipið hjá Bakkafrost at eita Bakkafossur. Tá ið Oddvør Jacosen bar bøn og lýsti signing yvir skip og manning segði hon, at skipið er uppkallað eftir fyrsta lítla farinum, sum felagið átti.

 

Tá ið Regin Jacobsen stjóri helt røðu, upplýsti hann, at Bakkafrost nú eigur 89 skip og bátar. Millum hesi eru alibátarnir og tvíkyljurnar og so stóru skipini Róland, Martin, Hans á Bakka og nýggja flaggskipið Bakkafossur.

 

Regin Jacobsen segði, at Bakkafossur er tað fyrsta í eina røð av skipum, sum felagið fer at bíleggja, og sum felagið fer at fáa tey næstu árini. Hetta verður gjørt í sambandi við, at alingin hjá Bakkafrost í Skotlandi ætlandi fer at mennast nógv og í sambandi við, at felagið fyrireikar seg at vera við í ætlanini, ið av myndugleikunum er sett út í kortið um at ala ikki  bara á víkum, vágum og firðum men eisini úti á opnum havi kring okkara oyggjar.

 

Tvær manningar – 10 á hvørjari vakt – manna nýggja skipið, og manningarnar stóðu á pallinum, meðan fyrst Oddvør Jacobsen og síðani Regin Jacobsen og løgmaður vóru á pallinum.