Betri hækkar renturnar

Broyttu renturnar koma í gildi 7. juli

Betri Banki skrivar, at Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu 4. mai leiðandi rentuna við 0,25%. Hetta er fjórðu ferð í ár. Rentan verður hækkað fyri at tálma eftirspurninginum eftir vørum og tænastum og harvið minka um inflasjónina, skrivar bankin.

 

– Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.

 

­– Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka inn- og útlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum.

 

Broytingarnar koma í gildi 7. juli.

 

– Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur