Bót fyri at spýta eftir fólki

Í tveimum førum vóru boð eftir løgregluni, tí fólk vóru komin til ilnar

Fyrra málið var í Bowlinghøllini, har tveir mans vóru komnir til ilnar um eitthvørt. Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at tey fingu eina fráboðan klokkan 18:30, og tá løgreglan kom á staðið, møttu teir øðrum manninum uttan fyri Bowlinghøllini, og hann varð tikin við á støðina.

Hetta endaði við, at maðurin fekk eina bót fyri brot á skilhaldsreglanar. Ítøkiliga brotið á skilhaldsreglarnar var, at hann hevði spýtt eftir hinum manninum.

– Og tað fært tú bót fyri, tí tað er brot á skilhaldsreglarnar at spýta eftir fólki, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Beint eftir klokkan 19 í gjárkvøldið fekk løgreglan aftur boð um, at fólk vóru komin til ilnar. Hesaferð var talan um eitt selskap á einum hotelkamari á Hotel Føroyum. Boð vórðu send bæði eftir løgreglu og sjúkrabili, og ein persónur endaði á skaðastovuni til kanningar, tí hann skuldi havt fingið skaða í høvdið, men tað hevði ikki so nógv upp á seg.

Vaktleiðarin sigur, at tey ikki reiðiliga hava fingið greiðu á hesum málið, tí nú eru fólkini, sum vóru uppi í málinum, ikki so prátingarsom um hendingina. Men talan var um fýra fólk, kvinnur og menn.