Bretland avmarkar vápnasøluna til Ísrael

Tað er vandi fyri, at hernaðarútgerð kann brúkast til álvarslig brot á altjóðarætt, sigur ein bretskur ráðharri.

Bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy (høgrumegin), vitjaði palestinska forsætisráðharran, Mohammed Mustafa (vinstrumegin), í Ramallah á Vestara Áarbakka í august. Nú innførir Lammy steðg á 30 av teimum 350 útflutningsloyvunum, sum hava við vápn til Ísraels at gera. - Mynd: Jaafar Ashtiyeh/Ritzau Scanpix

Bretland steðgar við at útflyta ávís sløg av vápnum til Ísraels. Tað er "ein greiður vandi" fyri, at tey kunnu brúkast til at fremja álvarslig brot á altjóðarætt.

Tí eru 30 av teimum tilsamans 350 útflutningsloyvunum viðvíkjandi vápnasølu til Ísrael steðgað við gildi beinanvegin.

Partvísa frystingin av vápnasøluni hevur við útgerð at gera, sum "kann brúkast í verandi stríði í Gaza", boðaði bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy, frá mánadagin, sambært tíðindastovuni AFP.

Men til dømis eru eykalutir til jagaraflogfør av slagnum F-35 ikki umfataðir, sigur hann.

- Talan er ikki um vápnaembargo, sigur ráðharrin.

Hann leggur dent á, at Bretland framvegis stuðlar rættinum hjá Ísrael at verja seg sambært altjóðarætti.

##med2##

 

Flokkurin hjá David Lammy, sosialdemokratiski Labour-flokkurin, vann bretska tjóðartingsvalið í juli. Sostatt endaði 14 ára konservativa stjórnartíðin í Bretlandi.

Stutt eftir valið segði Lammy, at hann fór at endurskoða vápnasøluna hjá Bretlandi til Ísrael fyri at tryggja, at tær fylgdu altjóðarættinum.

Metingin, sum nýggi uttanríkisráðharrin bað um, er nú klár. Og tað fær Lammy at steðga ávísum útflutningsloyvum.

- Tað er ein greiður vandi fyri, at tey (útflutningsloyvini, red.) kunnu brúkast til at fremja ella lætta um álvarsligt brot á altjóðarætt, sigur ráðharrin mánadagin í eini fráboðan í bretska Undirhúsinum.

Hann leggur dent á, at gjøgnumgongdin, sum nú er gjørd, "ikki er ein áseting av skuldarkenslu ella sakloysi".

- Vit hava ikki og kundu ikki tikið støðu til, um Ísrael hevur brotið altjóða humanitera lóg, sigur Lammy og leggur afturat, at Bretland "ikki er ein altjóða dómstólur".

Frá ísraelskari síðu sigur uttanríkisráðharrin, Israel Katz, at hann er djúpt vónbrotin av fleiri nýggjum avgerðum frá bretskari síðu, millum annað av teirri seinastu.

Avgerðin um at steðga ávísum loyvum til vápnasølu til Ísrael "sendir eitt vandamikið signal til Hamas og Iran", sigur Katz.

 

/ritzau/Reuters

 

Bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy (høgrumegin), vitjaði palestinska forsætisráðharran, Mohammed Mustafa (vinstrumegin), í Ramallah á Vestara Áarbakka í august. Nú innførir Lammy steðg á 30 av teimum 350 útflutningsloyvunum, sum hava við vápn til Ísraels at gera. - Mynd: Jaafar Ashtiyeh/Ritzau Scanpix

42 ára gamli tónleikalærarin Ahmad Abu Amsha, sum hevur verið noyddur at flýggja heimanífrá í norðara býnum í Gaza, Beit Hanoun, gongur gjøgnum oyðimørkini í einum øki í suðurbýnum Khan Younis við guitarinum at spæla fyri nøkrum av børnunum, sum eru flýdd. Í Gaza er næstan alt fólkatalið, ella umleið tvær milliónir fólk, á flótta, sigur ST. Yvir 40.000 eru dripin, upplýsa palestinsk heilsustarvsfólk. Nú steðgar Bretland útflutninginum av ávísum sløgum av vápnum til Ísraels. - Mynd: Bashar Taleb/Ritzau Scanpix