- Eg eri glaður fyri at vera her í hesi søguligu løtu, sum merkir eina nýggja byrjan fyri okkara samband við ES.
Soleiðis ljóðar tað í dag frá bretska uttanríkisráðharranum, David Lammy.
Síðani Bretland fór úr ES, hevur landið ikki luttikið á ráðharrafundunum hjá ES-londunum. Men tað hendi mánadagin sum eitt tekin um, at ES og Bretland royna at byrja viðurskiftini av nýggjum eftir valsigurin hjá Labour.
- Eg kann fegin tosa við tey 27 ES-limalondini og teirra uttanríkisráðharrar um týðandi spurningar í evropeiskari trygd, sigur David Lammy, tá hann kemur á fundin.
Hann var boðin til fundin av uttanríkisleiðaranum í ES, Josep Borrell. Tað hendir stutt eftir, at forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, tók ímóti forsætisráðharranum í Stóra Bretlandi, Keir Starmer, í Brússel.
Her samdust teir báðir um regluliga at hava toppfundir millum ES og Stórabretland.
Tað skal hjálpa til við at samskipa politikkin og fáa partarnar aftur í eitt meira vanligt samband, eftir at Brexit hevur elvt til órógv millum London og Bruxelles í nøkur ár.
Men neyðugt er eisini við samskipan á ráðharrastigi, heldur David Lammy.
- Trygdin hjá Stóra Bretlandi og ES er treytaleys. Hetta er galdandi uttan mun til, um vit tosa um ágangin hjá Russlandi í Ukraina ella ovurstóru trupulleikarnar og ósemjurnar í Miðeystri, sigur hann.
Samstundis royna ES og Stóra Bretland at finna hvønn annan áðrenn amerikanska forsetavalið 5. november.
Um Donald Trump vinnur valið, fer tað væntandi at merkja broytingar bæði í amerikansku tilgongdini til Ukraina og til handil við ES og Kina.
Trump hevur upplýst, at um neyðugt er hann til reiðar at trýsta Ukraina til friðarsamráðingar, soleiðis at stríðið við Russland kann enda áðrenn januar.
Í mun til handil leggur Trump upp til bæði hægri toll á kinesiskar og evropeiskar vørur, sum kann krevja svar frá ES og Stóra Bretlandi.
Á fundinum í dag er tó fokus á Miðeystur og á hernaðarliga stuðulin til Ukraina, har Ungarn leingi hevur verið ein bremsa fyri leiklutinum hjá ES.
- Tað eru nógvar trygdarligar avbjóðingar, sum raka bæði ES og Bretland. Vit eru grannar, vit eru samstarvsfelagar og vit hava somu stúranir, sigur uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borrell.
Hann vísir á, at bæði ES og Stórabretland "standa aftanfyri Ukraina móti Russlandi" og sambært Borrell krevja báðir partar "vápnahvíld beinanvegin í Libanon og Gaza".
- Í hesum avbjóðandi tíðum við so nógvum avbjóðingum kring heimin, mugu vit hava eitt sterkt samstarv.
- Vit eru partur av sama meginlandinum, sigur Josep Borrell.
/Ritzau/