Burn: Sigrar til KÍF, VÍF og StÍF

StÍF, VÍF og Kyndil eru fremst í Burn mansdeildini við átta stigum hvør

Mynd: HSF

Tríggir dystir hava verið á skránni í Burn-mansdeildini, tveir í dag og ein ígjár.

 

Ígjár vann KÍF 30-26 á Team Klaksvík í Badminton-høllini í Klaksvík. KÍF var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og vóru kollfirðingar á odda 17-7 í steðginum. Team Klaksvík fekk bøtt um støðuna í seinna hálvleiki. 

 

Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá Team Klaksvík við 10 málum. Mikkel Vinther var toppskjútti hjá KÍF, eisini við 10 málum.

 

Seinnapartin í dag vann StÍF 31-26 á Neistanum í høllini á Skála. Í steðginum var StÍF á odda 16-13.

 

Pætur Ó. Barclay og Jóannes A. Prestá vóru toppskjúttar hjá StíF. Teir skutu seks mál hvør. Lýðar í Dímun var toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum.

 

Í einum málríkum dysti í høllini í Vestmanna vann VÍF 37-35 á H71. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18. Tá 50 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 31-31. Fimm minuttir seinni var VÍF á odda 34-31, og sleptu vestmenningar ikki takinum aftur.

 

Kristian Jensen var toppskjútti hjá VÍF við 10 málum. Toppskjútti hjá H71 við 11 málum var Brian Slyne.

 

StÍF, VÍF og Kyndil eru fremst í Burn mansdeildini við átta stigum hvør.

 

HER er dómaraseðlarnir hjá HSF frá dystunum í Klaksvík, Skála og Vestmanna:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
StÍF5152136168
VÍF5157129288
Kyndil513712898
Neistin5123125-25
H715145149-44
KÍF5123128-53
Team Klaksvík6150192-420

 

 

 

Mynd: HSF