VÍF er bronsuvinnari í Burn mansdeildini.
Longd leiktíð mátti til í bronsudystinum móti Kyndli í høllini í Vestmanna í kvøld.
Tá 49 minuttir vóru leiktir av dystinum var VÍF á odda 27-22, men tá eydnaðist Kyndli at vinna seg upp á javnleik 27-27.
Tað endaði við javnleiki 30-30, og so mátti longd leiktíð til. Í longdu leiktíðini vóru vestmenningar omaná og vunnu dystin 36-34.
Sjúrður Olsen var toppskjútti hjá VÍF við níggju málum. Toppskjútti hjá Kyndli við 12 málum var William Skovsager.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá bronsudystinum í Vestmanna:
##med2##