Business Vágur skal skapa menning og framburð

- Endamálið við Business Vágur er at skapa menning og framburð í nærumhvørvinum í tøttum samstarvi við lokalu vinnuna.

 

Hin 17.  mai var árligi vinnudagurin hjá Vágs kommunu. 

 

Á vinnudegnum vóru framløgur frá Jan Ziskasen, stjóra á Føroya Tele, Ana Holden-Peters frá Burðadygt Vinnulív, Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetri Føroya, og til seinast hevði Magnus Pauli West, sum starvast hjá Vágs kommunu, eina framløgu. 

 

- Framløgurnar snúðu seg um Mega Trends, Burðadygt Vinnulív-átakið, Dátur og viðgerð av dátum og um nýggju tænastuna í Business Vágur.

 

Business Vágur er vinnuparturin hjá Vágs kommunu.

 

- Endamálið við Business Vágur er at skapa menning og framburð í nærumhvørvinum í tøttum samstarvi við lokalu vinnuna.

 

Hetta merkir, siga tey í Vágs kommunu, at vinnan hevur ein sparringspartnara, sum hevur til uppgávu at stuðla lokalu vinnuni á bestan hátt.   

 

Nýggja tænastan hjá Business Vágur er talgilda vinnuyvirlitið.

 

- Vinnuyvirlitið er eitt yvirlit yvir fyritøkur og vinnurekandi í Vági. Yvirlitið gevur fólki og fyritøkum møguleika at kunna seg um, hvørjar fyritøkur eru í Vági, og hvussu tú fært samband við hesar, siga tey í Vágs kommunu.

 

Íversetarar, vinnurekandi og fyritøkur í Vági, sum ynskja at gerast partur av vinnuyvirlitinum, kunnu skráseta seg um heimasíðuna hjá Vágs kommunu.