Bygningur hjá hjálparfelagsskapi fekk stóran skaða

- Álopini í nátt vísa, hvussu avbjóðandi og krevjandi trygdarstøðan í Ukraina er, sigur Neyðhjálp Fólkakirkjunar

Neyðhjálp Kirkjunar siga í dag, at bygningurin hjá hjálparfelagsskapinum í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv í morgun er raktur av leivdum av niðurskotnum russiskum rakettum.

 

Í nátt skeyt Russland fleiri rakettir og dronur eftir Kyiv og øðrum ukrainskum býum. 

 

Skrivstovan hjá Neyðhjálp Kirkjunar í ukrainska høvuðsstaðnum var ein av bygningunum, sum vórðu raktir í russiska álopinum - ikki beinleiðis, men av leivdum av sprongdum rakettum.

 

- Álopini í nátt vísa, hvussu avbjóðandi og krevjandi trygdarstøðan í Ukraina er, og okkara tankar eru hjá øllum starvsfeløgum, sum gera eitt stórt arbeiði undir slíkum umstøðum.

 

Tað sigur Arne Næss-Holm hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunar í tíðindaskrivi eftir hendingina í Kyiv í nátt.

 

##med2##

 

- Tíbetur varð eingin av okkara starvsfeløgum særdur í álopinum, men vit óttast gongdina í landinum, og vit eru nú í samskifti við okkara starvsfólk, sigur hann.

 

Neyðhjálp Kirkjunar deilir skrivstovu við donsku deildina hjá Neyðhjálp Fólkakirkjurnar og danski skrivstovuleiðarin, Jonas Nøddekær, váttar, at bygningurin er illa farin.

 

- Loftverjan í býnum fann rakettirnar, men leivdir av sprongdu rakettunum duttu niður yvir høvuðsstaðin, siga Neyðhjálp Fólkakirkjunar í dag.

 

 

 

.