Daniel og liðfelagarnir vunnu á útivølli

Thisted var aftanfyri í steðginum, men vann 3-2 á Hellerup

Daniel Johansen og liðfelagarnir í Thisted ferðaðust longu leiðini úr Norðurvesturjútlandi til Sælands fyri at spæla dyst móti Hellerup í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Thisted vann dystin 3-2. Stóra hetjan hjá Thisted gjørdist Mikkel Agger, ið skoraði reint hattrick fyri Thisted.

 

Hellerup var á odda 2-1 í steðginum, men í seinna hálvleiki eydnaðist tað Daniel og liðfeløgunum at venda gongdini og vinna dystin 3-2.

 

Thisted er nú nummar sjey í deildini við sjey stigum fyri sjey dystir.

 

Komandi leygardag hevur Thisted heimadyst móti Nykøbing FC.