Danmark letur 5,6 milliardir krónur til Ukraina

Danska stjórnin sigur, at helmingurin av stuðulspakkanum fer til loftverju

Danmarks Radio veit í dag at siga, at Danmark fer at lata Ukraina 5,6 milliardir krónur.

 

Sambært DR verður hetta hin átjandi stuðulspakkin, sum Danmark letur Ukraina, síðan Russland leyp á fyri stívliga tveimum árum síðan.

 

Danska stjórnin sigur, at helmingurin av stuðulspakkanum fer til loftverju. 

 

Nýggi hjálparpakkin, sum Danmark nú fer at lata, varð almannakunngjørdur í uttanríkisnevndini hjá Fólkatinginum í dag.