Dansibandsfestivalurin byrjar á Hamragarði

Eitt av afturvendandi tiltøkunum á Dansibandsfestivalinum er Syngið við kvøld á Hamragarði, sum samstundis er startsskotið til Dansibandsfestivalin 2024.

 

Eins og undanfarin ár skipar Dansibandsfestivalurin eisini í ár fyri tiltakið á Hamragarði saman við Vágs kommunu.

 

Syngið við kvøld verður á Hamragarði  2. mai kl. 19.00 við luttøku av Hentzar, Terja og Erolf við harmonikum, guitara og bassi.

 

Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.

 

Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65+ og verður skipað í samstarvi við eldraátøkini hjá Vágs kommunu.