Danska kongsríkið er eitt ríki - ikki ein felagsskapur millum ríkir

Tí skilji eg heilt væl Aki-Matildu Høeg Dam, fólkatingskvinnu úr Grønlandi, sum í gjár við at tosa grønlendskt á fólkatingi illustreraði mótsøgnina við orðinum “ríkisfelagsskapur.” Hon fekk snøgt sagt víst, at ikki eingong í samband við orðaskiftið um “ríkisfelagsskapin” eru málini í danska kongsríkinum javnsett ella nakað felags.

 

Eg má viðganga, at eg onkursvegna eri ernari av henni í hesum døgum enn av fólkunum í danska tinginum, sum eru vald í Føroyum. Tey vildu, sambært fjølmiðlum, til dømis ikki avvísa, at føroyingar skulu gera kravda herskyldu fyri danska herin.

Eg hoyri longu røddir fyri mær, sum siga, at hetta er symbolir og kenslur - ikki veruligur politikkur. Støðan er bara hon, at tað ikki eingong er politikkur. Tað er logikkur.

Føroyar og Grønland eru ikki ríkir. Føroyar og Grønland er lond, sum eru partar av Danmarkar Ríki, har Danmark er ráðandi landið. Tí ber ikki til at hava ein felagsskap millum ríkir í hesum føri.

Samstundis er tað eisini púra ólogiskt, um fólk úr einum landi skulu hava kravda (sjálvboðin luttøka er nakað annað) herskyldu hjá einum øðrum landi.