Danski landsliðsvenjarin: Føroyar eru á veg frameftir

Jesper Jensen er nøkulunda nøgdur við innleiðandi EM-bólkin

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti endaði í innleiðandi EM-bólki D saman við Sveis, Kroatia og Danmark. Dystirnir vera spældir millum 29. november og 3. desember í Basel í Sveis.

 

Um lutakastið sigur danski landsliðsvenjarin, Jesper Jensen við danska TV2: - Vit eru nøkulunda nøgd við hendan bólkin, og vit eru sjálvandi greiðir favorittar til at vinna okkum víðari úr tí innleiðandi bólkinum. Men serliga Kroatia er eitt lið, sum voldi okkum stórar trupuleikar til EM-endaspælið í 2020. Sigur Jesper Jensen, sipandi til, at Danmark tapti bronsudystin fyri Kroatia. Jesper Jensen heldur tó, at Danmark hevur ment seg síðani 2020.

 

Um hini bæði mótstøðuliðini sigur Jesper Jensen: - Sveis og Føroyar eru tvey stuttlig lið at møta, tí tey eru á veg frameftir, sigur Jesper Jensen. Jesper Jensen heldur eisini, at tað verður stuttligt at møta Føroyum, tí føroyska liðið hevur so nógvar leikarar, ið spæla í donskum hondbólti. 

 

Jesper Jensen stúrir meira fyri millumumfarinum, har tað er lagt upp til, at Danmark møtir bæði Noreg og Niðurlondum. Har heldur Jesper Jensen, at tað hevði verið meir enn ríkiligt at møtt øðrum av teimum báðum liðunum í millumumfarinum.