Dart: Hesi eru favorittar til FM

Beinta Joensen og Jan McIntosh eru verandi FM vinnarar, og tey verða mett sum bestu boðini upp á FM 2022. Men um tey ikki raka dagin, so kann alt henda, verður mett

Um vikuskiftið verður FM fyri einstaklingar og pør í Mentanarhúsinum í Fuglafiðrið. 48 menn, 11 kvinnur og átta pør verða við. Tað verður gjørt nógv burturúr sum vanligt, og sum nakað nytt, so verður stroymt frá kappingini, heilt frá fyrsta dysti av, boðar Dartfelagið frá.

 

Beinta Joensen og Jan McIntosh eru verandi FM vinnarar, og tey verða mett sum bestu boðini upp á FM 2022. Men um tey ikki raka dagin, so kann alt henda, verður mett.

 

Hjá monnum hevur ongin spælari, sum ikki umboðar Havnar Dartfelag, vunnið nakra FM kapping í yvir túsund dagar. Har hav teir báðir, Jan McIntosh og Uni Árting, verið einaráðandi. Jan McIntosh, sum fyri stuttum gjørdist nummar fimm í Europa, er sjálvandi favorittur at vinna kappingina, verður sagt.

 

Rakar Jan ikki dagin ordliga, so eru fleiri, ið vilja vinna FM. Uni Árting er næstur í røðini, men eisini Jan Erik Fjallstein, Allan við Rætt, Niels Thomsen, Gunnar Mouritsen og Remy Gaardlykke kunnu gera seg galdandi, um teir raka dagin, skrivar Dartfelagið.  

 

Í kappingini hjá einstaklingum hjá monnum, verður byrja við teimum spælarunum, sum á styrkilistanum liggja frá nummar 17 til 48, áðrenn teir bestu 16 koma inn í kappingina.

 

Hjá kvinnum hevur Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag verið einaráðandi seinasta árið, men tó so hevur Birthe Sikivat úr Argja Dartfelag mangan givið henni harða kapping. Eisini sóu vit til seinstu innleiðandi kapping, at tann mest rutineraða av teimum øllum Joan Edvør Jacobsen úr Vága Dartfelag enaði í finaluni, so har kann gott gerast rættiliga spennandi, verður mett.

 

Í tvímansleiki møtast átta tey bestu pørini frá árinum. Jan McIntosh og Uni Árting eru stórfavorittar, men eisini her snýr tað seg um dagsformin. Um teir ikki taka av, so eru tað serliga tvinni pør úr D9, ið kunnu arga, Remy/Marjus og Allan/Heri kunnu á einum góðum degi gera tað trupult fyri favorittarnir, men eisini eitt par sum Jan Erik/Jón kunnu arga, sigur metingin úr Dartsambandinum.

 

Tað er stórur spenningur undan kappingini, sum verður í Fuglafirði leygardagin. Kappingin byrjar klokkan 11.00. Í Dartsambandinum tvey tey , at nógv fólk leggja leiðina í Mentanarhúsinum til kappingina.