Diana fer at renna fimm ferðir runt Agnið

Sunnudagin 1.oktobur rennur Diana J. Hansen 50 kilometrar við tí endamáli at savna pening inn til Autismufelagið

Fyri at røkka 50 kilometrum verður runnið fimm ferðir runt um Agnið. Byrjað verður á Toftum, Á Heygum 7. Hvør runda tekur um 70-75 min.

 

Fólk eru vælkomin at renna eina ella fleiri umførð saman við Dianu. Eisini ber til at súkkla ella ganga sær ein túr runt Agnið. 

 

Tey sum vilja stula, kunnu lata eina peningagávu á konto hjá Autismufelagnum:

 

6460-158.678.7

9181-494.432.3